Fólkaheilsuráðstevna 2017

Fyrilestrarhaldarar

Matt Langdon er upprunaliga úr Avstralia, men er búsitandi í USA. Hann hevur síðani 2006 samstarvað tætt við heimskenda sálarfrøðingin og professaran á Stanford University, Phil Zimbardo. Matt er saman við Phil Zimbardo stovnari og í løtuni virkandi forseti í “Hero Construction Company”, sum er amerikanskt samtak, sum hjálpir, stimbrar og útbúgvir fólk at gerast hetjur í gerandisdegnum! Matt fer m.a. at greiða frá “Everyday Hero hugtakinum” og sínum drúgvu arbeiðsroyndum við at menna gerandis hetjur runt í heiminum. Kunnu vit eisini gerast gerandis hetjur?

Njál Djurhuus er majorur í Frelsunnar Herinum. Njál hevur í fleiri áratíggjur framt sjálvboðið hjálpiarbeiði á gøtunum í Oslo. Njál er ein sonn gerandis hetja og fer at greiða frá sínum lívlanga hjálparvirksemi, har hann hevur ferðast ímillum teir mest sosialt útsettu av okkara samfelagsborgarunum. Hava vit ábyrgd at fremja hetjuvirksemi í gerandisdegnum?

Knud Juel er Professari Emeritus í Statens Institut for Folkesundhed á Syddansk Universitet. Hann hevur í ein mansaldur granskað í hagfrøðiliga sambandinum ímillum ymiskar tættir, sum avgera okkara heilsustøðu og hevur staðið á odda fyri fleiri størri heilsukanningum í Danmark. Knud fer at greiða frá, hvussu ymiskir tættir, sum hava týdning fyri okkara heilsustøðu, ávirka hvør annan við høvuðsdenti á sambandið ímillum ymisk sosial viðurskifti og okkara heilsu. Hevur heilsustøða okkara ávirkan á okkara sosialu støðu ella umvent?

Annika Helgadóttir er PhD. í sálarfrøði frá Københavns Universitet. Hon er forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar og hevur drúgvar arbeiðsroyndir sum sálarfrøðingur í Danmark og Føroyum og er í løtuni sálarfrøðingum á miðnámsskúlaøkinum. Annika nýtir m.a. “ABC fyri sálarliga heilsu konseptið” sum amboð at menna heilsuna hjá ungum, og hon fer at greiða frá hesum arbeiði. Hvørjar avbjóðingar hava okkara ungu borgarar?

Monika Mohr er Cand.mag í sálarfrøði og heilsufremjan/strategi frá Roskilde Universitet. Hon hevur verkætlannar royndir innan sálarliga heilsufremjan úr Danmark og er í løtuni í starvi í Fólkaheilsuráðnum, har hon samskipar stóru verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu”. Monika fer at greiða frá føroysku útgávuni av avstralska konseptinum “ABC for Mental Health”. Hvat er føroyska ABC verkætlanin?

Tóra Petersen er PhD. í sálarfrøði frá Syddansk Universitet. Hon hevur royndir sum granskari í traumasálarfrøði og sum praktiserandi sálarfrøðingur, og hevur m.a. granskað í sálarligu heilsuni hjá føroyskum børnum. Hon er fyrrverandi forkvinna í felagnum føroyskir sálarfrøðingar og í granskingarnevndini á Landssjúkrahúsinum. Tóra fer at hugleiða um nakrar av stóru avbjóðingunum á sálarfrøðiliga heilsuøkinum í Føroyum, og um hvussu vit betra um hesi viðurskifti. Hvussu kunnu vit menna sálarligu heilsustøðuna á einstaklinga- og samfelagsstøði í framtíðar Føroyum?

TILMELDING

KeldaFolkaheilsa.fo
Deil

Viðmerkingar