Hallur Joensen spælir til dans í kvøld

Countrykongurin Hallur Joensen spælir til dans í kvøld í Høllini á Hálsi, hetta verður á miðnátt eftir stóru countrykonsertina við Marty Stuart.

Hallur er fluttur av landinum, so tað er vorðið meira forkunnugt at uppliva hann á føroyskum palli, men enn sum áður dregur hann nógv fólk. Tí hava fyrireikararnir avgjørt, at eftir konsertirnar við Arnari Inga Ólafsyni og Marty Stuart, tá verða stólarnir ruddaðir burt, so verður møguleiki at keypa atgongumerki til bert dansin, hesi kosta 200 kr. og fáast við dyrnar.

(Visited 55 times, 1 visits today)
Deil