Hava savnað 630 undirskriftir

Rokan er í fjøruni á skrivstovuni hjá Press úti á Argjum, har undirskriftir í hópatali móti útbyggingini av Tórshavnar Havn frammanfyri Skansan verða prentaðar út.

Seinastu dagarnar hava Øssur Winthereig og Grækaris Magnussen savnað inn undirskriftir frá teimum, ið vilja hava Tórshavnar kommunu at kanna aðrar møguleikar, áðrenn farið verður undir bygging av Skansabryggjuni.

Í tríggjar dagar hevur verið savnað inn, og 630 fólk hava skriva undir við navni og bústaði.

Um ein løtu gongur leiðin oman til Heðin Mortensen at bera honum tær.

Nógv hevur verið nógv skrivað og sagt um teir báðar Facebook bólkarnar, ið eru ávikavist fyri útbyggingini og ímóti henni. Í skrivandi stund hevur bólkurin hjá Øssi og Grækarisi ímóti útbyggingini 1547 likes, meðan bólkurin hjá Andreas Mouritsen og Hans Anfinnson Norðfoss, ið er fyri útbyggingini hevur 1871 likes. Nógv hava víst á, at har eru fleiri, ið eru limir í báðum bólkum, og sum villast, tí teir eita tað sama.

Men hesar undirskriftirnar eru ikki bara tilvildarlig likes, men tilvita fólk, ið hava skrivað navn og bústað undir.