Heilsuhúsið verður í miðbýnum

Á nýggjárinum yvirtók Tórshavnar kommuna eldraøkið frá landinum. Í sambandi við fyrireikingarnar valdi kommunan at hugsa nýtt og at skipa økið heilt av nýggjum í stovninum Heilsu- og umsorganartænastan.

Ein týðandi liður í hesi nýskipan er Heilsuhúsið, sum er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Heilsuhúsið er tvørfakligi snúningsdepilin fyri øllum tænastum og tilboðum á eldraøkinum, og er eisini inngongdin hjá borgarunum til hesar tænastur og tilboð, eins og til ráðgeving og vegleiðing annars.
Nú er greitt, at Heilsuhúsið fer at halda til í gamla realskúlanum mitt í býnum, og sum hevur góðar atkomumøguleikar bæði frá Tórsgøtu og Tróndargøtu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaðarnevndini, fegnast um, at Heilsuhúsið nú veruliga kann fara í gongd.

Heðin Mortensen sigur, at realskúlin er góður karmur um virksemið, og fegnast hann eisini um, at ein av stóru og prýðiligu miðbýarbygningunum nú verður fyltur við aktiviteti. Lætt er hjá øllum borgarum at koma til Heilsuhúsið við bussi, bili og til gongu, leggur hann dent á. Haraftrat eigur kommunan søguliga húsið, sum er friðað og ístandgjørt.

Forkvinnan í trivnaðarnevndini vísir á, at Heilsuhúsið hevur serligt fokus á heilsustimbrandi og fyribyrgjandi partin av tænastunum og tilboðunum, eitt nú rehabilitering, tilhald, demenstilboð og røktarfakligu heimavitjanirnar. Heilsuhúsið skal eisini hava eina klinikk til lættari viðgerðir, sigur Bjørghild Djurhuus.

Meta av Fløtum er leiðari í Heilsuhúsinum. Hinir báðir eindarleiðararnir eru Jóngerð Guttesen og Maiken Olsen, og saman eru tær tríggjar leiðslutoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni. Leiðslutoymið fer at halda til í Heilsuhúsinum.

Aftrat fara væntandi eini 20 starvsfólk at hava skrivstovu har, alt frá visitatión, skrivstovu- og móttøkufólkum og ymsum røktarfakligum toymum. Harumframt verður Heilsuhúsið miðstøð hjá heimatænastuni, sum fevnir um heimahjálparar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og fysio- og ergoterapeutar. Heimatænastan telur umleið 40 fólk, sum dagliga møta í Heilsuhúsinum. Fysio- og ergoterapeutarnir veita eisini tænastur á búeindunum og tilboð innan aktivering.

Ætlanin er, at Heilsuhúsið í miðbýnum letur upp beint eftir summarfrítíðina.

Í løtuni heldur móttøkan til á Smyrilsvegi 13 á Hálsi og svarar á telefon 30 20 00 mánadag til fríggjadag frá kl. 8.00-16.00.

(Visited 267 times, 1 visits today)
Deil