Játtanin til Westward Ho munandi hækkað

Westward Ho fullfermd við 6. flokkum í Nólsoyarfirði. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Tórshavnar kommuna eigur sluppina Westward Ho. Endamálið er at eiga, umvæla og varðveita sluppina soleiðis, at nútíðin og eftirtíðin fáa høvið at gera seg kunnug við, hvussu hetta skipaslagið var, og undir hvørjum korum føroyskir fiskimenn tá virkaðu.

Sluppin verður brúkt til almannagagnlig endamál, so sum skúlaskip, umboðan innan- og uttanlands, serligar merkisdagar, ávísar leigutúrar o.s.fr.

Samlaða árliga játtanin til sluppina og virksemið, sum er knýtt at sluppini, varð á býráðsfundi mikukvøldið hækkað úr 250 túsund til 450 túsund.

Deil