Leigunevndin ynskir fleiri heimildir

Leigunevndin skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2014, at tá nevndin sær, at ein íbúð ikki lýkur eitt nú lógarkrøv um brunatrygd, hevur nevndin ikki heimild sjálv at taka eitt slíkt mál upp. Skal nevndin gera nakað, skal beinleiðis vera klagað um júst tað.
Heimildirnar hjá Leigunevndini eru ov veikar, og tað hevði verið ynskiligt, at leigunevndin kann taka tílík mál upp av sínum eintingum og áleggja útleigara at fáa leigumálið í lógligan stand, verður sagt í ársfrágreiðingini.

 

Leigunevndin heitir eisini á Almannaráðið at umhugsa broytingar í leigulógini, so leigunevndin kann lækka leiguna, tá nevndin fær klagu um ov høga húsaleigu, og tá nevndin er samd í tí. Eitt nú ynskir leigunevndin, at hon fær møguleika at áseta ein miðalpris fyri fermeturin.

Í 2014 viðgjørdi leigunevndin 45 mál – 21 klagur, 21 fyrispurningar og trý mál av øðrum slagi.

Leigunevndin er sett sambært leigulógini frá 2010 og tekur avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara.
Endamálið við leigulógini er at tryggja rættindi hjá leigara og útleigara og at virka fyri einum vælskipaðum og vælvirkandi leigumarknaði og at seta krøv til leiguavtalur.

Les alla árfrágreiðinina hjá leigunevndini her.

Deil