Leykur beinir fyri luktinum av máling

Tá tú hevur málað, kanska serliga tá tú brúkar oljumáling, hongur lukturin frá málingini í luftini nakrar dagar.

Vilt tú sleppa av við luktin skjótari, kanst tú brúka ráan leyk.

Tú skalt bara flysa ein stóran leyk, skera hann í helvt, leggja hann á ein tallerk ella í eina lítla skál, og so seta hann miðskeiðis í tí rúminum, sum júst er blivið málað.

Leykurin dregur síðani luktin í seg, og aftan á nakrar tímar er tað mesta at málingaluktinum burturi. Leykurin má ikki brúkast til matgerð, tá hann hevur verið brúktur til at beina fyri lukti.

Kelda : balslev.fo

Deil