Líkasæla hóttir lundan

Mynd: jenskjeld.info

Støðan hjá lundastovninum er farin frá at vera ring til at vera hættislig orsaka av lundafleygi. Hóast hetta, nokta myndugleikarnir at friða lundan.

Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen

Eftir nógvar áheitanir frá serkønum og náttúruverjustovnum bleiv spurningurin um at friða lundan tikin upp í tinginum í 2012. Avgerð bleiv tó tikin um ikki at friða lundan í øllum landinum, men heldur at lata tað upp til einstøku økini at friða hann so nógv og leingi, sum tey ynsktu. Hetta merkti, at nakrar kommunur valdu at friða lundan í eitt ávíst áramál, aðrar í eitt ár í senn, og uppaftur aðrar valdu ikki at friða hann, men fremja heldur sokallaða vísindaliga royndarveiðu.

Í Nólsoy er loyvt at fleyga lunda, tí grannastevnuviðtøkan í 2013 um friðing ikki var gjørd undir røttum fortreytum, og tí ikki er galdandi. Landsstýrið veit hetta, og tí elvir tað til enn størri undran, at viljin til at bjarga einum ikoni í føroyskari náttúru, ikki er til staðar hjá landsins hægstu avgerðartakarum. Vit vilja við hesum vísa á, at stovnurin er so illa fyri, at um bert fáir mans fara út at fleyga lunda í Nólsoy, kann tað fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri lundastovnin, og at einasti háttur at bjarga stovninum er at friða lundan, geva tol og fara undir skynsama og burðardygga fleyging, um vend kemur í, og stovnurin gongur upp. Undir ongum umstøðum kann talan um fleyg, fyrr enn lundin hevur fingið pisur í í minsta lagið 3 ár á rað.

Um vit aftur taka Nólsoy sum dømi, vísir nýggjasta stovnsmetingin frá 1997 at tað vóru umleið 35-50.000 lundapør á oynni. Tað er greitt, at stovnurin er minkaður munandi og at so at siga ongin pisa er komin undan seinastu 13 árini. Ein varlig meting vildi verið ein minking á 3% um árið, sum svarar til at stovnurin møguliga liggur um 20-28.000 pør í Nólsoy í dag. Um bara 20 mans fara á fleyg og fáa millum 50-100 lundar hvør, er hetta millum 3-5% av bústovninum. Hetta er ikki burðardygt og merkir, at stovnurin fer at taka longri tíð at koma fyri seg, um umstøðurnar við føðini gerast betri í framtíðini.

Vit halda ikki, at vit longur kunnu góðtaka, at mangul uppá neyva vitan skal verða orsøk til onki at gera. Hóast vit hava roynt at funnið skilagóðar frágreiðingar uppá manglandi handling í landsstýrinum, kemst eftirhondini illa uttan um niðurstøðuna, at tey sum nú sita við maktini hava ein ekstremt líkasælan hugburð til náttúruviðurskifti í Føroyum, og tað kann tykjast sum einastu tilráðingar frá náttúruserfrøðingum, sum fiskimálaráðið hevur lurtað eftir, vóru tær sum søgdu, at vit kundu fiska meir makrel. Vanlagnan hjá sjófuglinum og føroysku náttúruni annars er tann, at hon ikki kann seljast og avreiðast á ein líka lættan hátt sum tilfeingi í sjónum. Um so var, hevði landsstýrið helst givið henni størri ans. Fuglastovnarnir eru tó ikki sørir fyri búskaparligum virði, og tí er tað eitt himmalrópandi paradoks, at ferðavinnan vil marknaðarføra Føroyar sum “unspoilt” samstundis sum vit eru í ferð við at oyða fuglastovnarnar. Eisini verður torført at greiða eftirkomarum okkara frá oyðandi líkasæluni, tá ið vit vóru fullgreið yvir skaðiligu gongdina.

Sum støðan er nú, áttu vit at sett bjargafuglastovnarnar í undantaksstøðu, og sett forboð ímóti allari fuglaveiðu í eitt ávíst áramál. Vit eru væl og virðiliga greiðir yvir, at hetta ikki eru hugalig boð hjá inniløgufólki kring landið, men vit skylda okkara eftirkomarum, at vit ikki av berum gáloysni og líkasælu oyða lundastovnin undir Føroyum. Um ikki sitandi landsstýri tímir ella torir at taka spurningin upp, so vóna vit at onnur, sum geva sær far um føroysku náttúruna, minnast hetta, tá ið valið kemur.

Deil