MonaFitness góða undirtøku

Mona Breckmann hevur eisini sína egnu Instagram kontu, har hon eisini umrøður fitness venjing og framgongd.

Síðstu vikurnar hava morgunfrískir bilførarar í Havn lagt til merkis, at ein ørgrynna av bilum hava staðið parkeraðir kring Dansifrøi í Gundadali heilt tíðliga á morgni. Orsøkin til tess er, at Mona Breckmann frá MonaFitness hevur fingið góða undirtøku fyri sínum nýggja fitnesskonsepti.

Tórsportalurin hevur áður umrøtt venjingina hjá MonaFitness, har ‘twerk’ tykist vera ein partur av konseptinum, sí greinina.

Mona Breckmann frá MonaFitness er útbúgvin fitnessinstruktør og hevur síðani ársskifti bjóða eitt serligt slag av fitnessvenjing nevnt HIIT, har stórur bólkur venja saman í Dansifrøi. Um fysiski formurin hjá Monu kann takast sum ein brellibiti, hava teir mongu luttakararnir gott í væntu. Fleiri myndir av Monu síggjast á hennara Instragram kontu.

At Mona hevur fingið góða undirtøku sæst á hesi myndini frá Dansifrøi:

Mynd: MonaFitness
Mynd: MonaFitness

 

Deil

Viðmerkingar