Olvheðin: Hetta er ein góð kensla

Sangarin skal spæla á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð

Olvheðin Jacobsen hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og hevur skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir í samkomum. Hann hevur eisini spælt í øðrum samanhangum – eitt nú var hann við í teaturkonsertini Rósu Mariu, og hann sang kór hjá luttakara í íslendska Eurovision fyrr í ár.

Olvheðin hevur seinastu tíðina gingið á tónleikaskúla í Reykjavík og skal nú fyri fyrstu ferð spæla sum solistur á Summar Festivalinum.

– Tað er ein góð kensla, og eg kenni tað sum eina viðurkenning av tí, sum eg fáist við, sigur Olvheðin Jacobsen.

Deil