Parkeringsloyvi til fólk í miðbýnum

Umsitingin fer nú undir at veita íbúgvum í verandi miðbýarsonu (parkeringsøki 2) parkeringsloyvi fyrst í 2018.

Á býráðsfundi 30. mars í ár varð endaliga samtykt, at íbúgvar í parkeringsøki 1 í miðbýnum í Havn, fingu høvi at søkja um parkeringsloyvi. Skipanin varð síðani sett í verk 1. mai 2017.

Býráðið samtykti í gjárkvøldið einmælt at víðka skipanina.

Deil