Punjab á G! 2015

Jazz íblástur funk rokkur Punjab style, tað lýsir nøkurlunda orkufullu upplivingina, ið vit fáa, tá Punjab fer at borðreiða við sínum egna blandi av tónleiki á G! í ár.

Punjab er ein bólkur, mannaður av seks sera dugnaligum ungum monnum, ið langt síðan hava vunnið sær hjørtu millum teir áhoyrarar, ið hava upplivað vælspælda tónleikin og orkufullu framførsluna. Nú stendur Syðrugøta fyri tørni, og vit gleða okkum veruliga.

Áður hevur bólkurin verið at hoyrt á millum annað Voxbotn, Tórsfest, Country & Blues festivalinum, umframt á konsertum og tiltøkum annars.

Seinastu tíðina hevur Punjab arbeitt við síni fyrstu fløgu útgávu, ið teir hava valt at nevna “Flying Elephant”. Allar upptøkurnar eru lidnar og løgini eru send til ljóðblandan. Ætlanin er at fáa fløguna út áðrenn G!.

Unga manningin við Matthiasi Kjølbro á saksofon, Árna Johannesson á sangi, Tórði Dam Jacobsen á trummum, Roberti Bjarnason á gittar, Kára Fossaberg Ellingsgaard á bassi
og Kristian Paula Ellefsen á ljómborðum, er fesk sum ein ferskna og dugnalig sum ein garvaður trolbassi.

Vitja Punjab á Facebook

G! Festivalurin verður 16.-17.-18. juli. Tað er frammanundan greitt, at At The Gates, Jamie Woon, Tinganest, Høgni, Analogik, Conny Jazz, Gluteus Maximus, Kiasmos, Eivör, Teitur og Marius Ziska verða millum növnini á ársins G! Komandi mánaðin verður bróðurparturin av skránni til G! 2015 avdúkað.

Deil