Rákið kring Føroyar á snildfon

TÆNASTA: Fiskaaling hevur tikið stig til at menna eina app, sum nú er tøk umvegis snildfon, har til ber at fylgja sjóvarfallinum kring oyggjarnar. Rákið verður dagført hvønn 15. minutt.

Við nýggju appini, Rák, ber til at síggja streymin kring Føroyar neyvari enn áður. Umframt í sambandi við sigling, útróður og fiskiskap sum heild, er appin eisini hent hjá teimum, ið hava stuttleikabátar. Somuleiðis kann hon nýtast til undirvísing av ymiskum slagi, ið hevur við sjógvin at gera.


Tá appin er fingin inn á snildfonina, er ikki neyðugt at hava internetsamband fyri at brúka hana. Og tá hon verður latin upp, vísir appin eina mynd av Føroyum, sum yvirskipað vísir, hvussu rákið er júst tá. Nýggj mynd av rákinum verður síðani roknað fyri hvønn 15. minutt. Dagur og klokka síggjast niðast á skíggjanum. Eisini ber til at fara inn í ein álmanakka, velja ein ávísan dag og so síggja rákið fyri hvørjar 15 minuttir fyri valda dagin.

Til ber at gera kortið størri og flyta tað runt við at nýta fingarnar á sama hátt, sum tá ein hyggur eftir myndum á telefonini. Pílarnir vísa rætningin á rákinum, og fýra litir vísa ymsu streymferðina. Blátt stendur fyri kyrrindum, grønt fyri einum metri um sekundið, gult fyri tveimum og reytt fyri trimum metrum um sekundið og oman fyri tað. Hetta svarar til ávikavist tvær, fýra og seks sjómíl.

Menningin av nýggju appini er ein felags verkætlan millum Fiskaaling, sum hevur staðið fyri verkætlanarleiðslu og ráðgeving, Fróðskaparsetur Føroya, ið hevur veitt grunddáta, fyritøkan Magnussen Technology, ið er tøkniligur ráðgevi, sniðgevi og forritari, meðan Statoil hevur veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina.

Appin, sum er ment til at virka á bæði Iphone og Android, kann heintast á heimasíðuni: www.rak.fo, har eisini ein vegleiðing er tøk.

Ein animering frá appini av rákinum í Suðuroyarfirði tann 25. juni í ár er tøk á

Deil

Viðmerkingar