Smáar vinnufyritøkur skullu hava betri livikor

Búðskapurin blomstrar í løtuni og tølini tala fyri seg. Nógv arbeiði er á øllum økjum, og tað sæst aftur í vinnuni sum heild. Nógvar smáar fyritøkur eru settar á stovn tey síðstu árini, og er hetta kærkomi og mennandi fyri samfelagið.

Fyritøkurnar mugu fáa bestu sømdir at arbeiði í, og vera við í kappingini, bæði tá almenn og privat arbeiðir vera boðin út.

Tó eru fleiri viðurskifti ógvuliga tung at fáast við fyri hesar fyritøkur, serliga tað umsitingarliga, t.v.s. at halda roknskap o.a.

Ein almennur ráðgevingarstovnur til hesar fyritøkur, er tí upplagdur at seta á stovn, so ráðgeving til stovnan av fyritøku, roknskapur og aðrir umsitingarligar spurningar kunnu veitast, tí ofta er tað ein stór útreiðsla og orkukrevjandi at leita sær ráðgeving, um lítil ivamál.

Fólkaflokkurin ynskir at hava eina fjølbroytta vinnu, og ynskja øllum bestu umstøður at virka undir.

Jógvan Kristin Olsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum

Deil

Viðmerkingar