Soleiðis sleppur tú inn á síðuna hjá Watson

Í gjár valdi Paul Watson at taka tað ógvisliga stig, at útihýsa øllum føroyingum frá at síggja sína Facebooksíðu, ið liggur her.

Men enn ber til at síggja síðuna, um ein vil. Lítla forritið Hola Unblocker kann brúkast. Tú fert inn á hola.org.

Trýstur á Get Hola it’s free, og leggur tað á browsarin, hetta riggar bæði í Chrome og Firefox.

Síðan kemur hola eyðkenni at liggja í tínum browsara, tú fert so inn á Facebook, og trýstir á ikonið, og velur, hvørjum landi tú vil browsa úr.

Screen Shot 2015-08-14 at 10.24.02 AM

 

Deil

Skriva eitt svar

Please enter your comment!
Please enter your name here