Teir halda býin reinan og tryggan

Annika Olsen saman við manningini á Reinhaldinum.

Nærum hvønn dag tøma teir 400 ruskspannir, reinsa 270 áarristir og 6.800 vegaristir. Kavar ella er frost, so rudda og salta teir 300 kilometrar av býarvegi – tá nógv stendur á eru 8 traktorar úti og koyra samstundis. Teir arbeiða um næturnar, so býurin er reinur og ruddiligur, tá fólk eru frammi um morgnarnar – uttan mun til, um tað er ein vanligan mánamorgun ella tað er ólavsøkudagur.

Teir 12 starvssettu í Reinhaldinum hava at kalla ongantíð frí. Onkur teirra mintist at hava havt frí ein Dýra Biðidag. Teir eiga at hava frí jóladag, men er eitt følv ella frost – ella hevur onkur dálkað býin um náttina – so noyðast teir kortini til arbeiðis.

Tað er heilt hugtakandi at síggja, hvussu effektivir teir eru. Og tað er heldur ikki farið afturvið borðinum uttan ans, t.d. fingu teir Grønu gávuna frá Etika fyri arbeiði teirra fyri einum betri umhvørvi.

Hóast strævið lív er sosiali trivnaðurin á Reinhaldinum einastandandi og blíðskapurin altíð stórur. Nú um dagarnar vitjaði borgarstjórin Reinhaldið og fekk neyva innføring í arbeiðið, tørvin á útgerð og viðlíkahaldi, umframt frágreiðing um tað sera umfatandi arbeiðið, sum Reinhaldið ger.

Á myndini sæst Annika Olsen saman við manningini á Reinhaldinum.

Deil