Úrslit frá HM í innirógving – Boston 2015

Mynd: rsf.fo

So hendi tað endiliga aftur. Til kappingina í Boston í dag fingu Føroyar aftur ein heimsmeistara í hús. Hesuferð var tað Dánjal Martin Hofgaard úr Vági, sum vann opna bólkin hjá monnum í lættvekt. Róðurin var tættur millum tríggjar rógvarar, men tá komið var á mál, vísti tað seg, at Dánjal Martin var tann stinnasti og skjótasti. Dánjal Martin endaði eitt sekund framman fyri nr. 2 í kappingini.  Sera gleðiligt fyri Dánjal Martin, sum hevur vant miðvíst fram til kappingina. Seinastu 6 vikurnar áðrenn kappingina í Boston, vandu allir føroysku luttakararnir eftir einum programmi, sum navnframi danski rógvarin Eskild Ebbesen hevði snikkað saman. Rógvararnir ynsktu sjálvir at fáa onkran at gera teimum eina ætlan, sum kundi fyrireika teir so optimalt sum gjørligt. Og hvør annar enn Eskild kundi hjálpa við eini slíkari ætlan? Maðurin, sum hevur vunnið alt, sum vinnast kann innan kappróður. Eskild var eisini skjótur at svara ja, tá hann bleiv spurdur um at hjálpa føroysku rógvarunum við fyrireikingunum seinastu vikurnar.

Ikki kann sigast annað enn, at væl hevur gingist. Tí í dag kundi Dánjal Martin fara ovast á sigurspallin eftir sínum hamara sum løn fyri alt arbeiðið, hann hevur lagt í at røkka so langt.

Men ikki minst er úrslitið hjá Dánjal Martin sera gleðiligt fyri hini í ferðalagnum og allar Føroyar. Ótrúligt, at hetta lítla landið eigur so treystar og dugnaligar rógvarar. Hjartaliga tillukku Dánjal Martin og tit onnur.

Annars kláraðu hinir føroysku luttakararnir seg eisini sera væl. Vit eru sera stolt av tykkum øllum.

Úrslitini vóru hesi:

Open Men LW; Dánjal Martin Hofgaard nr. 1 við tíðini 6.16,7

Master Men LW 30-39: Jens Kristian Dam nr. 4 við tíðini 6.39,6

Senior Men: Toni Dam nr. 11 við tíðini 6.23,7

Master Men 30-39: Jón Nónklett nr. 7 við tíðini 6.12,5

Open Women LW: Ingibjørg Thomsen nr. 27 við tíðini 7.58,2

Open Women LW: Sarita K. Hansen nr. 4 við tíðini 7.27,3

Open Women: Annetta Eidesgaard nr. 11 við tíðini 7.08,2

 

kelda: rsf.fo