So slapp stakkarin úr Havnini

Stakkarin, ið hevur verið so nógv umrøddur seinastu vikurnar, fór í kvøld við lastbili úr Havnini. Ólavur Frederiksen frá Faroephoto var staddur úti við Strond, tá stakkarin kom framvið við løgreglufylgi.


Tá stakkarin hjá Faroe Ship herfyri skuldi til Klaksvíkar við Sam, hendi eitt óhapp í tí, at hann skuldi umborð á skipið, stakkarin fekk nakað av skaða, men er nú umvældur og í kvøld fór hann við lastbili úr Havnini.

Stakkarin vigar sambært Kringvarpinum 76 tons, tí kravdi tað ein kraftmiklan lastbil at sleipa, og ein í fylginum, ið Tórsportalurin tosaði við visti at siga, at stakkarin skuldi eftir Oyggjarvegnum, og at tað var av alstórum týdningi, at lastbilurin ikki steðgaði ella slakkaði av í mótbrekku, tí so slapp hann ikki avstað aftur.

Deil

Viðmerkingar