Skansabryggjan tekur skap

Luftmynd av útfyllingini beint nú. (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Tað brestur fyri nev við skansabryggjuna. Nú er so mikið av tilfari fylt inn móti verandi brimgarði, at tey kunnu seta hol á arbeiðið at javna út móti komandi útfyllingini. Víddin á nýggju útbyggingini verður um 95.000 fermetrar og um 900 bryggjumetrar, við 15 metra dýpi verða tøkir.

Í summar vórðu boyur lagdar fyri at avmerkja og tryggja arbeiðsøkið og eisini ein grøn siglingarboya kom at leiða ferðsluna fram við arbeiðsøkinum.

Nýggja siglingarleiðin elvdi hjá summum til miklan iva og knyklar í brýr, tá fyrsta grindin kom inn móti arbeiðsøkinum. Fór grindin at halda sjóreglurnar og hvørju megin boyuna skuldu bátarnir halda seg?

Sum ikki eina ferð bleiv tað til eitt sindur av hvørjum og alt spældi væl av.

Havnaútbyggingin verður væntandi liðug út móti ársloki 2019

Deil

Viðmerkingar