Vinnudagur í Havn fríggjadagin

Graham Stewart stjóri í Faroe Petroleum er gestarøðari á Vinnudegnum.

Graham Stewart stjóri í Faroe Petroleum verður gestarøðari á Vinnudegnum, sum verður í Havn fríggjadagin.

Faroe Petroleum vann í 2017 heiðurslønina sum “Ársins leitifelag” í Noregi – hetta hóast ringar tíðir í oljuvinnuni.

Faroe Petroleum er eitt lítið felag, men við Graham á odda, hevur felagið megnað at fingið góð úrslit eisini undir ógvuliga avbjóðandi umstøðum.

Graham sigur soleiðis um fyrilesturin á Vinnudegnum:

“Fyritøkur fáa við- og mótvind gjøgnum árini, og langtíðarætlanir hava onga meining uttan so, at felagið yvirlivir. Tað ræður tó um at leggja væl til rættis, at vera málrættaður og ikki at ovbyrja roknskapin, um felagið skal hóra undan. Faroe Petroleum varð stovnað í 1998 og skrásett á børsinum í London í 2003. Síðani hevur felagið umskipað seg fleiri ferðir, og megnað at fingið lut í vakstrarmøguleikum í oljuídnaðinum í norðsjónum – og enn er mótvindur.”

(Visited 17 times, 1 visits today)
Deil