
Stutt fyri jól fylti Teitur økið millum Reinsaríið og Miðlahúsið við fólki, tá hann spældi eina heilt fantastiska konsert saman við strúkarum og slagverki.
Leygarkvøldið 7. februar er Teitur aftur í Tórsgøtu, men hesaferð flytir hann inn á Reinsaríið at spæla.Nú verður talan um eina intima solokonsert, har Teitur millum annað sleppur at royna nýggja flygilið á Reinsarínum.
Tey, ið hava uppliva Teitur solo, vita, at her er altíð talan um sera nærverandi og persónligar framførslur.
Teitur gav í fjør út frálíku útgávuna Story Music, ið hevur fingið sera góða móttøku, serliga lagið Rock’n’Roll Band hevur verið nógv at hoyrt, og var í uppskoti sum ársins lag í fjør. Hóast hann ikki hevur eitt rock’n’roll band við sær hesaferð, so er eingin ivi um, at lagaskatturin hjá Teiti, man vera ein tann besti, ið ein føroyskur sangskrivari kann bjóða.