Vinna kappingina á skriviborðinum

Poul Michelsen er formaður í Framsókn. Mynd: Framsókn

Eg minnist aftur á V4-táttin ‘Førum fram yvir blankt pussað borð’. Tátturin lýsti eitt tíðarskeið í føroyskari ítróttasøgu við nógvum órættvísi og kærum. Feløg mistu og fingu meistaraskap eftir, hvør sterkastur var við fundarborðið og ikki eftir ítróttaavrikunum á vallunum. Kenslan var rotin.

Nøkulunda somu kenslu havi eg tíverri av tí, sum hendir í sambandi við  fiskivinnufyrisitingina og -nýskipanina.  Í 2011 skrivaði eg eina grein, ið eg nevndi ‘Makrelveiða – nýggir møguleikar ella bara enn meira klandur?’ Hendan greinin, sum stendur á heimasíðuni hjá Framsókn (http://www.framsokn.fo/?p=275), er tíverri alt ov aktuel enn.

Eingin ivi er um, at Jacob Vestergaard og hansara samráðingartoymi hava gjørt eitt gott arbeiði, tá tað snýr seg um at vinna føroyingum nýggj uppisjóvarrættindi. Framsókn hevur allan vegin – bæði í uttanlandsnevndini og í løgtinginum – stuðlað landsstýrismanninum og teirri tilgongd og leisti, sum hann hevur valt.

Men tá tað ræður um at býta hesi nýggju rættindini, hevur landsstýrismaðurin eftir mínum tykki ikki dugað væl. Býtið er órættvíst, búskaparliga óforsvarligt og óskiljandi, og tað má av somu orsøkum elva til klandur og stríð.

Í eini grein rósar Hanus Samró  Árna Dam fyri hansara leiklut í tilgongdini. Tað er rætt, at Árni Dam var hollur – og ikki sørt avgerandi – í síni ráðgeving, men eg haldi, at Hanus skal fara at kanna eftir, hvussu Jacob Vestergaard kvitteraði honum afturfyri hjálpina.

Hinvegin so kunnu vit staðfesta, at limirnir í felagnum Nótaskipum hava fingið sømdir út um alt mark, hóast teir bæði við alment skipaðum mótmælum og privatum lobbyvirksemi royndu at forða fyri, at føroyingar skuldu krevja sín rætt. Her kemur tann rotna kenslan aftur.

Uppisjóvarflotin hevur í hesi truplu tilgongd fingið sín ríkiliga part. Samanumtikið kunnu vit frøast um, at tað er eydnast okkum at fáa alt tilfeingið til høldar, og at næstan alt virksemið fer fram í Føroyum. Tað er tó ongin ivi um, at skipini í felagnum Nótaskipum hava fingið órímiliga stóran part av býtinum, og at tey væl kundu klárað seg við nógv minni, meðan onnur føroysk skip kundu sloppið framat.

Eg haldi tað vera ótrúliga niðurgerandi fyri føroyska fiskivinnu, tá Hanus Samró sigur, at varð býtið ikki gjørt eftir leistinum hjá Vestergaard og Fólkaflokkinum, var hungur og hall í Føroyum. Eingi nýggj skip vóru komin, sigur hann. Eingin hevði bygt nýggj virki. Allur uppisjóvarfiskur hevði verðið seldur av landinum og virkaður uttanlands. Kinesarar og aðrir útlendingar høvdu átt øll rættindi. Eingin fígging hevði verið til taks og so framvegis.

Hanus Samró leggur enntá afturat, at ein kapping um tilfeingið hevði dripið alt og øll – fyri ikki at tosa um, hvat ein uppboðssøla hevði elvt til. Ein góður gamal kommunistur hevði valla sagt hetta betur.

Jú, víst hevði føroysk fiskivinna klárað alt hetta væl, hóast júst hasi úrvaldu skipini ikki fingu alt tilfeingið. Somikið av trúgv havi eg upp á føroyskan mátt og megi. Eg veit, at vit høvdu haft eina munandi meira fjøltáttaða og lønandi vinnu, um tilfeingið var lutað øðrum eisini. Bara ein kapping kann prógva, um tey, sum í dag eiga alt, duga so væl, sum Hanus Samró heldur. Um hesi ræðast kappingina, so er okkurt galið. Tað er sjálvsagt lagaligari at fáa tillutaðan sín ríkiliga part frá tí almenna, men um tað er gagnligt fyri samfelagið, ivist eg í.

Hvør kann frøast um at vinna ein dyst, um bert annað liðið sleppur á vøllin? Málini skrambla inn, tí tað er einki mark fyri hesum, tá hitt liðið situr á áskoðaraplássunum hond uppundir kinn. Kenslan er rotin.

Lat okkum fáa eina nýggja fiskivinnulóggávu, sum er grundað á frælslynt virði við marknaðarkreftunum sum alin at máta dugnaskap og áræði við. Vilja tey, sum í dag eiga øll rættindini, og sum í dystinum longu hava skorað nøkur mál niðurfyri, ikki spæla við, so hava vit mestur onnur, sum fegin vilja bjóða av.

Poul Michelsen, løgtingsmaður