Kanska enn størri sparingar á Landssjúkrahúsinum

Karsten Hansen landsstýrismaður í Heilsumálum boðar í skrivi til Sirið Steenberg løgtingskvinnu frá, at væntaða sparingin á 4 milliónir í grundrakstrinum kann gerast  hægri.

Landsstýrismaðurin sigur:
– Stjórnin á Landssjúkrahúsinum er í løtuni í eini tilgongd, saman við deplunum, fyri at viðgera  hvat kann gerast um verandi játtan skal haldast – hendan tilgongd er ikki heilt liðug enn. Tað koma at ganga ein til tvær vikur afturat áðrenn nøkur endalig niðurstøða fyriliggur.

Landsstýrismaðurin vísir á, at um meirjáttan ikki verður veitt, kann hetta m.a. fáa tað ávirkan, at Landssjúkrahúsið má spara uppá avloysarar, og at deildir verða stongdar longri ella lágárstíðin verður longri á ymiskum deildum.
Sirið Steenberg setti eina røð av fyrispurnigum til landsstýrismannin og spurdi m.a. innan hvørjar starvsbólkar tey umleið 25 ársverkini eru,  sum í dag eru burtur á Landssjúkra­húsinum?

Til hetta svarar Kartsten Hansen, at Landssjúkrahúsið hevur í 2010-2014 serliga spart tímar innan hesi starvsfólkaøkið: Læknaskrivarar, vaskifólk, diatistar, fysioterapeutar, køksstarvsfólk, sosialráðgevarar, summarferiu-avloysarar, sjúkrarøktarfrøðingar. Harumframt eru tímar eisini spardir innan tænastuøkið, starvsfólkaøkið, fyrisiting, v.m. Umframt hetta hevur sjúkrahúsið roynt at minka um sjúkufráveru, yvirtíð v.m.

Í 2010-2014 hava økir sum til dømis fysioterapi, sosialráðgeving og kostráðgeving merkt at tilboðið er minkað ella er burtur á sjúkrahúsinum.

Men landsstýrismaðurin vísir eisini á, at hann í 2014 og 2015 hevur raðfest fáa sett í verk júst tilboð við diatistum í primera geiranum, umframt at tilboðið við endurvenjing verður uppraðfest á sjúkrahúsunum í ár.

Til spurningin um, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at loysatrupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar umleið 4 milliónir í grundrakstrinum, sigur landsstýrismaðurin, at arbeitt verður við málinum í løtuni. Tá málið er endaliga lýst, fer hann enn einaferð at biðja Løgtingið um játtan m.a. til grundraksturin.

Hann vísir á, at sparingin ambært tí sum Landssjúkrahúsið hevur upplýst, so vítt gjørligt ikki rakar kjarnuøkið undir øllum umstøðum, men at um meirjáttan ikki verður veitt, merkir hetta, at ávís økir kunnu koma at merkja tað meira enn onnur, men tað er eitt arbeiði sum deplarnir í samráð við sjúkrahúsleiðsluna skulu avgera.

Samstundis verða tað eisini økir, sum verða uppraðfest, sum t.d. endurvenjing, økispsykiatri og mammografiscreening.

Harumframt er játtan sett av til serlækna í eldrasjúkum.