Dansur fyri tey ungu undir 18 ár

Tað er eingin ivi um, at tað er sera avmarkað, hvussu nógv tiltøk eru fyri ung undir 18 ár, ið tó eru ov gomul til barnatiltøk í býnum. Tí verður nú skipað fyri dansið fyri ung í aldrinum 15-17 ár í Perluni.

Mentanarlívið í býnum er eisini fyri tey ungu, og tey skulu eisini kenna seg heima her.Tí er hetta nakað, ið eg haldi vera upplagt at fyriskipa, sigur Bogi Andreasen samskipari fyri Reinsaríið og Perluna í Tórsgøtu Signar í Homrum telist millum bestu bólkar í landinum við einum breiðum úrvali av heimagjørdum hittum og løgum hjá øðrum, hann hevur fingið lív í fleiri túsund fólk í Klaksvík á Summarfestivalinum og hevur annars spælt fyri fullum hølum kring allar Føroyar, tí er hann eisini upplagdur til endamálið.

Afturat Signari og bólki hansara, verður eisini tann super kuli DJ Andru við, klárur til at fáa veitsluna at kóka. Tiltakið er leygardagin 7. mars og byrjar kl. 22. Atgongumerki fáast á Reinsariid.fo.