Ó gjørt samstarvsavtalu við Vodafone

Hanus Samró frá Ó og Suni Justinussen frá Vodafone.

Ó hevur gjørt samstarvsavtalu við Vodafone, sum m.a. hevur við sær, at lesandi við lestrarkorti fáa avsláttur uppá fartelefonhald.

– Vit fegnast um samstarvið, tí vit vilja sjálvandi vera við til at menna lestrarumhvørvið í Føroyum, sigur Suni Justinussen, sølu- og marknaðarstjóri fyri Vodafone.

Við avtaluni fáa lesandi við lestrarkorti atgongd til spildurnýggja Vodafone Red Ung haldið, sum annars er avmarkað til ung 18 ár og yngri. Við nýggja haldinum spara lesandi 35% í mun til núverandi RED hald.

RED Ung inniheldur fría talu, frí SMS og 300 MB fyri kr. 229-, um mánaðin.

– Hetta er fantastiskt. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at betra um lestrarumhvørvið, so eingin ivi er um, at hetta er enn eitt positivt stig á leiðini, sigur Hanus Samró, stjóri í Ó.
– Út við 50% av teimum, ið nema sær útbúgving í Føroyum, hava lestrarkort. Tað eru alsamt fleiri, ið taka sína útbúgving í Føroyum, so tað hevur alstóran týdning, at vit saman við Vodafone kunnu vera við til at veita teimum enn fleiri tilboð og tænastur.