Kaj og Bárður stýra sambandinum

Formaðurin í Fíggjarnevndini vestmenningurin Bárður á Steig Nielsen bleiv í morgun einmælt valdur til næstformann í Sambandsflokkinum, hetta hendi á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum við Løkin.

Bárður á Steig Nielsen tekur við eftir Johan Dahl, ið ikki stillaði upp aftur, og hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp til næsta val.

Formaðurin Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður varð afturvaldur sum formaður og hetta var eisini einmælt, og eingin stillaði upp ímóti honum.