Altjóða Down syndrom dagur

Leygardagin 21. mars 2015 verður altjóða Down Syndrom dagur hildin á Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn, skrivar Javni á heimasíðu síni. Men hetta er ein dagur, ið øll kunnu halda við at fáa sær blátt neklalakk.

Vit í Javna eru sera takksom fyri, at Fía Petersen og Maria Smith úr foreldrabólkinum aftur í ár vilja skipa dagin, skrivar Javni.

Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Men av tí at verðið í Føroyum sjáldan tilletur, at føroyingar vísa hosur herheima í mars, so hava vit avgjørt, at bláa neglakakkið skal verða brúkt í staðin fyri ella afturat óparaðu hosunum. Vit vilja við bláa neglalakkinum undirstrika, at fólk við Down syndromi, eins og øll onnur eiga rætt til lívið.

Og tí fara vit eisini at heita á fólk á øll um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er BLÁTT 🙂

Til ber at leggja eitt picbadge við hondini við bláum neglalakki á sína facebook vangamynd við at fara inn HER og trýsta á “WEAR”

VINUR MÍN HEVUR DOWN SYNDROM
Á altjóða Down syndromdegnum í ár fara vit millum mangt annað skemtiligt og hugnaligt at geva út bólkina Vinur mín hevur Down syndrom, eftir Jennifer Moore-Mallinos. Sitat av baksíðuni:

”Vinur mín hevur Down syndrom” er ein fjálg søga um tvey børn, sum møtast á summarlegu og verða góðir vinir, hóast annað hevur Down syndrom. Hesar genturnar læra, at øll hava ymisk evni og ymiskar eginleikar, og at tá ið hvør hjálpir øðrum, kunnu vit vinna á ræðslu og forðingum og fáa nógv burturúr.

”Vinur mín hevur Down syndrom” kveikir og eggjar børnum til at fara tvørtur um forðingar, sum kunnu vera ímillum børn við Down syndromi og børnini, tey spæla við.

Eftir útgávudagin verður bókin handað øllum børnum í 2. flokki kring landið.

Møtið fjølment á Reinsarínum leygardagin 21. mars 2015 kl. 13 🙂