Høgni Hoydal noktar at fáa sær Nem ID

Nú bankarnir krevja, at tú fært tær Nem ID fyri at brúka netbankan, hevur formaðurin í Tjóðveldi fingið nokk. Hann skrivar á Facebook í kvøld, at hann ikki ætlar at lata sítt p-tal til eina útlendska fyritøku.

Hann kallar kravið frá bankunum um, at føroyskir bankakundar skulu hava Nem ID fyri at skulu kunnu brúka eina so sjálvsagda skipan sum netbanka, fyri at fara út um alt mark.

At bankarinir, siga at geva vit ikki okkara samtykki, so skulu vit gjalda fyri eina manuella tænastu, metur Høgni Hoydal ikki vera eitt veruligt val, men tvingsil og trýst.

– Ætli mær IKKI at geva samtykki til, at mítt p-tal (sum síðani verður gjørt til eitt danskt cpr-nummar) og mínir persónsupplýsingar annars skulu leggjast til eina útlendska fyritøku. Til eina fyritøku og eina skipan, sum vit onga ávirkan og ræði hava á – og har vit ikki vita ella hava ábyrgd av, hvat trygdin er og hvør kann sleppa sær fram at upplýsingunum ella keypa felagið. Allar okkara persónsupplýsingar og lyklarnir til okkara peningakonti fluttir til eina einstaka privata fyritøku uttanlands.

….

Vit hava øll goldið – og gjalda sum brúkarar og samfelagsborgarar hvørt ár – hundraðtals milliónir fyri at bankarnir hava flutt allar hesar skipanir av landinum. Hóast vit longu hava tryggari skipanir í Føroyum. Hóast vit hava førleikarnar og møguleikarnar at gera og menna tryggari og betri skipanir í Føroyum, sum vit sjálv hava ræði á og ábyrgd fyri. Og sum kunnu skapa okkum arbeiðspláss, menning og inntøkur burturúr okkara egna tilfeingi, sum hesir okkara upplýsingar og peningakonti eru. Ja, vit kunnu ganga undan við at gera tryggar og einfaldar skipanir fyri borgaran í Føroyum í samstarvi millum tað almenna og privata.

Í morgin 19. mars viðger Løgtingið á sætta sinni síðani 2004 lógaruppskot frá Tjóðveldi, ið skal tryggja, at hesar skipanir eru og virka í Føroyum.

Høgni Hoydal vónar, at tað hesa ferð fer at eydnast at fáa undirtøku.