Edvard Fuglø fimti í dag

Undir yvirskriftini “Den fabulerende fuglefænger og surrealist på Færøerne” ger JyllandsPosten í dag fitt burtur úr, at forkunnugi føroyski listamaðurin Edvard Fuglø rundar tey fimti árini í dag.

Blaðið staðfestir, at Edward Fuglø er heilt sín egni í føroyskari nútíðarlist, har hann kærleiksfult og kritiskt fer beint í kjøtið á vanahugsanum.

At Edvard Fuglø er ein produktivur maður sæst aftur í drúgva avrikslistanum á heimasíðuni hjá Føroyskum Myndlistafólkum. Enn fleiri verk síggjast á heimasíðuni hjá listamanninum sjálvum.