Sjónleikurin “Einki orð” í Tøting

Mikukvøldið 1. Apríl kl. 20.00, hevur tú møguleika at uppliva sjónleik í Tøting á fyrsta sinnið, tá unga sjónleikarinnan Sóley Danielsen kemur at framføra leikin “Einki orð”.

Kostnaðurin fyri atgongomerki er 100 kr. fyri limir í Grót, ella 150 kr. fyri tey ið ikki eru limir í Grót.

Um tú ynskir at tryggja tær atgongumerki, kanst tú skriva okkum eini boð í okkara postkassa á hesu síðu, so goyma vit atgongumerkið til tín. Skriva navn, nøgd og telefon nummar.
Avløgd atgongumerki skulu verða avheintaði í Tøting, í seinasta lagi kl. 19.45, annars verða tey seld við dyrnar.
Um leikurin ikki er útseldur mikudagin, verða seinastu atgongumerkini seld við dyrnar frá kl. 19.00 mikukvøldið.

EINKI ORÐ:
Samleiki, trúgv, muslimar og samkynd.

EINKI ORÐ er ein rørandi, upplýsandi og fangandi søga um 24 ára gomlu kvinnuna, Hannah,
ið upplivir harðan mótgang fyri sína muslimsku trúgv beint eftir 9/11 yvirgangsálopið í New
York. Hannah upplivir stóran mótgang í lívinum, serliga tá hon sum ung genta verður gift – ímóti
sínum vilja – við einum harðligum manni. Tá tað seinni kemur fram at Hannah er samkynd, venda
maðurin, familja og vinfólk henni bakið.
EINKI ORÐ hevði frumsýning á Tjóðpalli Føroya í Novembur 2014 og varð sera væl móttikin.
Brot úr ummælinum hjá Beatu L. Samuelsen:
” Sóley Danielsen megnar við leikinum ”Einki Orð” at lata seg í leiklutin sum muslimska Hannah.
Sorgin, gleðin, barndómurin, áðrenn og eftir deyða móðir hennara, endurspeglast í
andlitsbráðum Sóleys eins og hugsunarsami atburðurin hennara á pallinum. Hon hevur góða tíð.
Einki hevur skund. Áskoðarin kann á henda hátt liva seg inn í tankarnar, sum aftur og fram og við
fullari ferð, reika runt innan í tí ungu kvinnuni. Alla tíðina er hon trúføst móti islam og Allah,
hóast hóttanin um deyðarevsing hongur yvir høvdinum á henni hvønn einasta dag. Vegna
samleika sín sum samkynd og sum ikki passar inn í muslimsku trúnna, vendir familjan Honnuh
bakið.”
Sóley Danielsen spælir leiklutin sum Hannah, umframt at eisini spæla hinir 10 leiklutirnir í
leikinum. Íslendski leikstjórin Jenný Laurá hevur leikstjórnað leikin og sniðgivið pallsetingina.
Jákup Bernhard Brim hevur týtt leikin til føroyskt. Tónleikin hevur Per I. Højgaard Petersen
gjørt. Leikurin er skrivaður á gerandis máli og er lætt skilligur. Uppruna heitið á leikinum er ”No
Word in Guyanesse for me” og er skrivað av rithøvundanum Wendy Graf.
Leikurin er ikki dømandi mótvegis nakrari trúðargrein og kemur ikki til nakra beinleiðis
niðurstøðu um hvat er rætt ella skeivt. Leikurin eggjar til kjak og gevur áskoðarunum
upplýsing um tvey sera viðkomandi evni: Islam og samkyndleika.