Høsnini fingu ongantíð flogið aftur

Virala internetsensatiónin við høsnunum og sólarmyrkingini bleiv spádd deyð av Tórsportalinum, tá Kringvarpið kravdi, at innslagið við sínum 4-5 milliónum vísingum skuldi strikast. Hetta vísir seg nú 3 vikur seinni at vera ein rættur spádómur.

Tá Kringvarpið alt ov seint legði innslagið á sína Youtube kanal, var tað longu strikað á øðrum síðum, og higartil hevur tað fingið 741 vísingar á Youtubekanalini hjá Kringvarpinum.

Hóast fleiri kanalir, eitt nú ein við 4 mió vísingum og ein við 500.000 vísingum, strikaðu innslagið eftir áheitan frá Kringvarpinum, so eru tað enn nakrar kanalir, ið hava tað liggjandi. Tó er tað bert nakrar fáar hundra túsund vísingar til samans, ið nú eru skráettar.