Thomas Arge sýndur fram á Norðurbryggjuni

Thomas Arge_Hamrar, 1975, olja á lørift, 95x100 cm. Ogn.

Í dag lat framsýning við listini hjá Thomas Arge upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Framsýningin er opint til 14. juni.

Listamálarin Thomas Arge (1942-78) hoyrdi til annað ættarlið av listafólkum í Føroyum, og hann gongur í fótasporunum hjá listafólkum sum Samuel Joensen-Mikines, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith og Janus Kamban.

Thomas Arge teknaði og málaði longu sum barn, men hann lærdi til timburmann. Hann tók skeið á tí nýggja málaraskúlanum í Tórshavn síðst í 1950’unum, og síðani royndi hann seg fyrstu ferð á Ólavsøku framsýningini í 1962.

I 1964 bleiv føroyingurin tikin upp í tí kongaliga listaskúlanum í Keypmannahavn, har danski modernisturin, Richard Mortensen, var professari. Tað sigst at hava verið ein ávís ásemja millum teir báðar, eftirsum professarin ynskti, at næmingarnir skuldu fara sama veg sum hann og dáma tað skapleysa- og grundevnini í málninginum: lit, flata, linjur og rúm. Hetta dámdi Arge lítið, sum dámdi best tað ímyndandi og natúr-ekspressionistiska.

Tað er eingin ivi um, at verkini hjá Tummas Arge, eins og hansara persónur, innibera frumkraft og ørskap. Meðan aðrir samtíðar málarir kundu hava lyndi til at dyrka ta blíða ella tað melankoliska í natúruni, kastaði Arge seg út í djarvsemi og frælsi í sínum málningum.

Hansara verk vísa eisini ein spentan persónleika, sum tey seinastu árini í hansara lívi, bleiv styrktur av stórari rúsdrekkanýtslu. Arge var ígjøgnum alt lívið søkjandi og hevði ógvusligt sinnalag, sum sæst aftur í hansara sterku og kensluríku málningum.

Spenningurin millum sansaávirkanina og litbrúki hjá Arge einumegin og myndevnið, tað ytra, tann roynveruligi veruleikin, hinumegin stendur enn sterkur. Í dag verður hann mettur at vera ein av teinum mest upprunaligu málarunum, ikki einans innan føroyska, men eisini skandinaviska list.

Framsýningin er skipað í samstarv við Listasavn Føroyar, www.art.fo.