Sugardaddy og Honeypie diska kvøðuljómar

DJ parið Sugardaddy og Honeypie høvdu eitt sett á hálvan annan tíma við føroyskum klassikarum á G! í fjør.

Tey borðreiddu við nøvnum sum Oskar Hermansson, Glataðu Spælimonnunum, Kára P., Tinganest, Símun Konoy, Ingun Simonsen, Harkaliðið, Debess og Petersen, Georg eystan á, Simma og Tey av Kamarinum.

Tey hava nú lagt framførsluna á Soundcloud, hoyr hana her, og kenn hvussu nostalgiin kitlar.