Fýra fólkafloksfólk bjóða seg fram í Havn

Formaðurin í Havnar Framburðsfelag, Sólvit Emilsson Nolsø, bjóðar seg fram saman við trimum fólkavaldum.

Havnar Framburðsfealg, ið er felagið hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy og ungmannafelagið Huxa, boða í tíðindaskrivi frá, at fýra fólk bjóða seg fram, sum valevni hjá flokkinum.

Talan er um trý nøvn fyri Havnar Framburðsfelag og eitt fyri Huxa. Fyri Havnar Framburðsfelag er talan um tvey roynd fólk og ein, ið bjóðar seg fram fyri fyrstu ferð.

Tey eru Annika Olsen, landsstýriskvinna í Almannamálum, Janus Rein, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Sólvit E. Nolsø, formaður í Havnar Framburðsfelag.
Valevnið fyri Huxa, ið er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, er eisini ein royndur politikkari.  Talan er um tingmannin Hanus Samró, ið aftur bjóðar seg fram sum valevni fyri Huxa.