Nektarinir settar niður úr 59,95 til 29,95

Sami handil somu nektarinir, men ymisk prísskelti myndirnar eru tiknar við 3 tíma millumbili.

Tað tók bert tríggjar tímar, eftir at ein mynd av einum bakka av nektarinum fyri kr. 59.95 varð lagdur á Facebook, til handilin hevði skorið prísin á hesum fruktum niður í helvt.

Ein Facebook brúkari legði eina mynd av skeltinum við 59,95 út undir viðmerkingini WTF?, og beinanvegin komu viðmerkingar bæði úr Føroyum og uttanlands um høga prísin.

Hæddarpunktið í kjakinum kom tó, tá ein annar brúkari á Facebook, kundi boða frá, at nektarinir fingust fyri 29,95 í einum handli, men tá hesin legði myndina við 29,95 skeltinum út 3 tímar eftir at fyrra myndin var løgd út, so varnaðist hann at talan var um sama handil.

Hvussu tað ber til, at fruktin var sett niður í hálvan pris, sigur søgan einki um, og til ber heldur ikki at siga, um Facebookøsingin var orsøk til prísniðurskurðin.