21 LÍVSJÁTTANDI SØGUR Í ÍSPAKKHÚSINUM

Ein heilt serlig foto framsýning letur upp Mentanarnáttina í Íspakkhúsinum aftanfyri Reinsaríið í Havn, framsýningin er bert opin Mentanarnáttina.

Myndirnar “Fram um alt eri eg” eru 21 lívsjáttandi søgur um fólk við Down syndrome. Hetta eru søgur um fjølbroytni, søgur um menniskju og tøkniliga menning.

Myndirnar hjá íslendsku myndakvinnuni, Sigga Ellu, hava fingið nógva altjóða umrøðu. Mentanarnáttina sýnir hon fram í Íspakkhúsinum aftan fyri Reinsaríið.

Myndirnar verða sýndar fram í Havn bara hetta eina kvøldið, 12. juni.

Framsýningin letur upp kl.18 og er opin til kl.23. Myndakvinnan verður til staðar og fer at greiða frá myndunum kl.19.