Ríðing nógv størri ítrótt enn fólk hava mett

Aftaná drúgt skrásetingararbeiði hjá starvsfólkunum í Ítróttarsambandið Føroya, er nú staðfest at ríðiítrótturin er nógv størri, enn fólk flest higartil hava mett.
Í Tórshavnar kommunu er ríðingin 6 størsta ítróttargrein, og liggur ímillum annars siðbundnar ítróttargreinar sum kappróður og svimjing. Um alt landið verður talt við, er ríðingin nummar 9 og sostatt millum tær stóru ítróttargreinanir.

Formaðurin í Ríðisambandið Føroya, Brandur í Dali, fegnast um nýggju hagtølini og sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at hetta er helst úrslit av beinhørðum arbeiði hjá reiðfólkunum sjálvum. Stórar íløgur eru gjørdar í økið reiðfólkini hava til taks úti í Havnardali. Brandur í Dali sigur at í mun til aðrar ítróttargreinar, kanska serliga tær sum húsast í Gundadali, eru reiðfólkini sjálvi noydd at gera íløgur í hallir, breytir og felagshús. hann sigur seg gleðast um at gongd er um at koma í bygging av høll í Vágum, men viðurkennir at tað er tungt tak hjá vágafólkum, áðrenn teirra høll er liðug.

Hetta er sera stórar íløgur og ger at summi reiðfeløg, bæði í havn og á bygd, eru fíggjarliga sperd og noyðast at bíða við íløgum, ið annars kundi ment ítróttina enn meira. Formaðurin í ríðisambandinum, vónar at hesu nýggju hagtølini, kunna vakja avvarandi kommunur og eisini landsmyndugleikar.