Javnleiksbanningin stendur við

Mynd: Ólavur Frederiksen Faroephoto

3-3 á útivølli móti ÍF, er ikki eitt ringt úrslit fyri AB, ið eisini vinnur eitt stig í stríðnum um niðurflyting móti EB/Streymi og FC Suðuroy. Men tá liðið hevði verið á odda við tveimum málum tvær ferðir, so kendist tað neyvan sum eitt vunnið stig fyri AB.

Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at vinna ein dyst, og 9. javnleikurin í ár hjá AB gjørdist veruleiki.

Jógvan Skeel Nolsøe legði AB á odda, áðrenn Kristin Restorff Mouritsen økti um munin til hálvleiksstøðuna 0-2 til AB.

Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Nenad Saric munin til 2-1. Men AB við Hørður Mohr svaraði aftur og komu framum 3-1. Men eftir hetta datt dysturin á gólvið fyri AB, tá fyrst Clayton Suarez skoraði til 3-2, áðrenn ÍF legendan Bartal Eliassen skeyt sítt mál nummar 100 og javnaði til 3-3.

Støðan eftir 16 umfør

1. NSÍ   33 (+22)
2. B36  33 (+16)
3. Vìkingur 30 (+18)
4. HB  30 (+9)
5. KÍ 24 (+4)
6: ÍF 20 (0)
7. TB 17 (-1)
8: FC Suðuroy 13 (-22)
9. AB 9 (-12)
10. EB/Streymur 6 (-34)