Heilsugóð matarskipan til dagstovnar og skúlar

Stundin er komin at seta eina heilsugóða matarskipan í verk á dagstovnum og skúlum í Tórshavnar kommunu.

Bogi

Ein kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri meg, bendir greitt á, at ein meiriluti av borgarunum ynskir slíka matarskipan.

Ein heilsugóð matarskipan fyri allar dagstovnar og skúlar í Tórshavnar kommunu verður næsta mál, eg leggi fyri Tórshavnar býráð.

Mangan havi eg – bæði sum foreldur og námsfrøðingur – hugsað, at tørvur er á einari matarskipan, sum dagliga stimbrar børnini í dagstovnunum og næmingar á skúlunum í Tórshavnar kommunu.

Ein heilsugóð matarskipan er við til at stuðla upp undir innlæringina og bøta um trivnaðin, eins og hon eisini lættir um hjá foreldrum, sum helst í strævna gerandisdegnum mangan kenna, at hugflogið til góða matpakkan er avmarkað.

​Eg havi tí í einari spurnarkanning í høvuðsstaðarumráðnum við umleið 300 fólkum, ið spyr.fo hevurgjørt, spurt umleið 70 av hesum fólkum, sum høvdu børn á ansingarstovni, um teirra hugsan.

Ein greiður meiriluti av hesum foreldrum vilja gjalda fyri eina heilsugóða matarskipan, og tey eru eisini sinnað at gjalda fyri matarskipanina, samstundis sum ansingargjaldið til dagstovnarnar verður varðveitt á verandi stigi – t.v.s. at ansingargjaldið ikki lækkar.

Svarið frá hesum foreldrum hevur sannført meg um, at eg eigi at royna málið í býráðnum, og sostatt leggi eg í næstum uppskot um heilsugóða matarskipan á dagstovnum og skúlum fyri Tórshavnar býráð.

Vinalig heilsan
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin