Sonja stillar upp

Samtak boðar í tíðindaskrivi frá, at samskipari felagsins Sonja Jógvansdóttir stillar upp fyri javnaðarflokkin til komandi løgtingsval.

– Samgongan má koppast og ongin av teimum, sum seinastu 4 árini hava vanstýrt okkara samfelag, mugu sleppa aftur til valdið eftir valið. So greið er Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari fyri Samtak, sum nú stillar upp fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 1. september.

Sonja J. Jógvansdóttir, sum er úr Fuglafirði, hevur fingið javnaðarandan inn við móðurmjólkini. Hon er 37 ára gomul og útbúgvin stjórnmálafrøðingur av lærda háskúlanum í Edinburgh. Hon hevur starvast sum miðlafólk, á sendistovuni í Bruxelles, sum gestalærari á Setrinum, og síðan 2006 hevur hon verið samskipari fyri Samtak.

– Vit hava seinastu 4 árini havt eitt karrátt høgrastýrið, og øll eru tey sek í at hava skapt eitt samfelag, sum trupult er at kenna seg aftur í. Tí má ein grundleggjandi broyting til, so vit fáa eitt samfelag, sum byggir á samhaldsfesti, sigur Sonja, valevni fyri Javnaðarflokkin.

– Vit mugu gera upp við tað sum er, og fáa kósina á beint aftur, so vit øll kunnu vera við og hava møguleika at liva eitt gott og innihaldsríkt lív óansæð eyðkenni ella frábregði. Vit skulu seta okkum høg mál fyri okkara land, og vit mugu gera tað liviligt hjá øllum at vera her.

– Í arbeiðnum hjá mær fyri arbeiðarafeløgini og fiskimannafelagið havi eg eisini sæð eina skuggasíðu av Føroyum. Fólk sum gerast sjúk, fáa arbeiðsskaða ella av øðrum ávum noyðast av arbeiðsmarknaðinum í styttri ella longri tíð, eru alt ov illa vard í okkara almennu skipanum. Tað kann ikki vera rætt, at ein arbeiðsskaði ella drúgv sjúkralega við t.d. krabbameini fullkomiliga skal skrykkja fíggjarliga botnin úr hjá familjuni. Tíverri detta alt ov nógv ímillum skipanir, hetta mugu vit gera upp við beinanvegin, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.

Vil hjálpa føroyskum børnum úr fátækadømi

Sonja J. Jógvansdóttir hevur verið sera virkin í almenna kjakinum um fátækadømi í Føroyum. Hon hevur eisini luttikið í einum miðvísum arbeiði fyri at hjálpa børnum, sum liva undir fátakamarkinum í Føroyum. Hetta arbeiði hevur Sonja tikið lut í umvegis felagsskapin ”Í menniskjum góður tokki”, sum hon var við til at stovna.

– Nógvar familjur stríðast við at fáa mat á borðið, og munurin á fólki er vaksin ómetaliga nógv. Hesin ójavnin er ikki komin av sær sjálvum. Tað eru m.a. avgerðirnar í løgtinginum, sum hava skapað tann ójavna, sum vit í dag eru vitni til. Vit kunnu ikki longur bert standa á síðulinjuni og hyggja at og góðtaka, at okkara samfelag verður soleiðis avlagað av samvitskuleysum politikkarum, sum bert fjálga um seg sjálvan, og tey á ovastu rók. Hetta fari eg at broyta, um eg verið vald á Føroya Løgting, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.