Evi, Kristina og 55 mió lurtarar

Evi Tausen og Kristina Skoubo Bærendsen verða í nátt gestir á mest kendu Country Radio rásuni í Nashville kalla WSM Opry Radio.

Umboðsmaðurin hjá Evi, Gudmundur Djurhuus sigur, at talan er um eina rás, ið hevur 55 mió lurtarar.

Í sendingini skulu føroysku country songkvinnurnar m.a. framføra okkurt lag beinleiðis, umframt at prát verður gjørt við tær.

Sendingim byrjar klokkan 06.00 okkara tíð, men Gudmundur sigur, at tað møguliga ikki verður fyrr enn út móti kl. 8.00, at tær báðar koma í studio.

Til ber at lurta her