Annaðhvørt barn í Danmark dugir ikki at svimja

At børn fáa ov lítla venjing í svimjing, og at farið verður ov seint í gongd at læra at svimja, ger, at nógv børn ongantíð læra rættiliga at svimja. Hetta er ikki nóg gott, halda myndugleikar og tryggingarfeløg í Danmark

Ein kanning, sum Yougov hevur gjørt fyri danska svimjisambandið og tryggingarfelagið TrygFonden í 2014 vísir, at 51 prosent av teimum 7-15 ára gomlu ikki kunnu siga seg at vera trygg í vatni, tí tey ikki eru før fyri at svimja 200 metrar ella longri uttan hjálp av onkrum slagi.

– Hetta er álvarsamt. Svimjing er ein grundleggjandi førleiki, sum kann metast á jøvnum føti við at kunna lesa, rokna ella súkkla, og tað er av somu orsøk ein lærugrein, sum skúlin tekur sær av, sigur Tobias Marling, verkætlanarleiðari í danska svimjisambandinum; hann metir, at hóast tølini eru nøkur ára gomul, so eru tey framvegis galdandi í dag, tí heildarmyndin er ikki broytt.

Les meira her