HB nærkast topp 4

Mynd: hb.fo

Við einum tryggum 3-0 sigri, ið ikki ordiliga var í vanda, frá Bartal Wardum í 4. minutti legði HB framum, nærkast HB oddaliðunum.

Tað var eftir eitt horna í vinstru síðu, ið Adrian Justinussen sendi væl innfyri, at bólturin endar hjá einum leysum Bartal, sum sparkar hann í kassan til 1-0.

Seinni hálvleikur byrjar sum tann fyrri, tá Daniel Johansen eftir 2 minuttir leggur ein bólt inn í brotsteigin, har Øssur Dalbúð skallar hann í upp í samankomingina til 2-0.

HB staðfestir sigurin í tíðini, ið dómarin hevur lagt afturat, tá innskifti Símun Samuelsen leggur ein frálíkan bólt í høvdið á Jóhan Troest Davidsen, ið kemur rennandi stútar bóltin í mál, og so varð 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Við sigrinum nærkast HB av álvara B36, ið nú er fimm stig frammanfyri HB, við einum fleiri dystum spældum.

Støðan er nú:

1. Víkingur 39 stig (19 dystir)

2. NSÍ 36 stig (20 dystir)

3. K.Í 36 stig (19 dystir)

4. B36 35 stig ( 20 dystir)

5. HB 30 stig (19 dystir)

6.TB/FCS/Royn 23 stig (19 dystir)

7. EB/Streymur 22 stig (19 dystir)

8. Skála 20. stig (19 dystir)

9. 07 Vestur 15 stig (19 dystir)

10. ÍF 6 stig (19 dystir)