Stafett-renning fyri arbeiðspláss

Leygardagin 26. august kl. 14 verður Faroe Express Stafettin á Eystaru Bryggju í Havn. Hetta er nýtt motiónstiltak, har arbeiðspláss kappast/renna saman, men har tað sosiala hevur eins nógv at siga sum sjálv renningin. Renningin verður skipað á sama hátt sum DHL Stafettin, ið er størsta motiónsrenning í heiminum. Stafettin er øðrvísi enn onnur rennitiltøk, við tað at hetta er ikki fyri einstaklingar men fyri lið; men eisini tí, at runnið verður á havnarlagnum í Havn, partvís inni á avbyrgda Schengen-økinum, ið vanliga ikki er opið fyri almenninginum.

Eisini verður ókeypis undirhald, tónleikur, matur og drekka – umframt at rennararnir sleppa at síga í bingjum.

Ítróttarfelagið Bragdið skipar fyri saman við flutningsfelagnum Faroe Express, og luttøkugjaldið fer óskert til ungdómsarbeiðið innan frælsan ítrótt. Luttakararnir fáa eina ókeypis renniblus umframt ein gávuposa.

Niðanfyri er meira kunning.
http://app.lap.io/event/2017-faroe-express-stafettin