17 daga long landsliðsferð

Føroyska manslandsliðið í flogbólti fer hósdagin 18. Juni á eina 17 daga landsliðsferð, tá liðið fer til Luksembourg.

Manslandsliðið vann sær 7. Juni í fjørð rættindi at leika við í endaspælinum millum smátjóðirnar í Evropa í kapping á Kypros. Liðið gjørdist tá nr. 2 frammanfyri Írland og Andorra. Íalt 15 lond eru við í kappingini millum smátjóðirnar, og liðini í endaspælinum í ár eru Cypros, Føroyar, Luxembourg og Skotland.

Endaspælið verður í Luksembourg um vikuskiftið, tá spælast skulu 3 landsdystir. Tá hesir dystir eru leiktir, verður farið beinleiðis úr Luksemburg til Jersey, har liðið skal royna seg á Oyggjaleikunum saman við føroyska kvinnulandsliðnum og tveimum beach-liðum.

Leikararnir á føroyska landsliðnum, sum venjarin Bárður B. Mikkelsen saman við hjálparvenjaranum Ragnar í Haraldstovu hevur úttikið til dystirnar, eru hesir:

Smassj Blokk
Navn Felag Hædd Vekt Føðiár hædd hædd
DANIELSEN Thorvald HIK Aalborg 192 85 1986 320 320
ENNI Bjarki Amager VK 183 78 1991 310 310
HANSEN Trygvi ÍF 195 90 1994 348 348
HENTZE Roi Fleyr 178 78 1992 315 315
JACOBSEN Bárður ÍF 189 90 1992 333 333
LARSEN Bjarni BK Tromsø 182 83 1992 320 320
MIDJORD Bogi Amager VK 190 73 1991 320 320
OLSEN Bergur Fleyr 182 85 1981 310 310
OLSEN Steffan Rosenlund Mjølnir 195 84 1993 340 340
PEDERSEN Suni Juul Fleyr 200 99 1982 335 335
POTTS Rasmus Mortensen Fleyr 185 82 1994 327 330
POULSEN Brian ÍF 194 95 1973 330 335

 

Hetta er aðru ferð at liðið spælir við í endaspælinum. 3 tey ovastu liðini í bólkinum spæla seg víðari til ta endaligu EM-kappingina.

Føroyar hava fyrr vunnið á Skotlandi og Luxembourg, men eisini tapt ímóti hesum liðum. Tað hevur tó ongantíð eydnast at vunnið á Kypros, sum altíð hevur vunnið kappingina millum smátjóðirnar. Í innleiðandi kappingini tapti Føroyar 3-0 ímóti Kypros.

Eik Banki og Atlantic Airways eru stuðlar hjá landsliðnum.

Dysirnir um vikuskifti verða leikir soleiðis:

Fríggjadagin kl. 19,30: Luxembourg – Føroyar
Leygardagin kl. 16,00: Skotland – Føroyar
Sunnudagin kl. 14,00: Føroyar – Kypros