Í dag eru vit glað

Sunrid í Gong forkvinna í ÍA fegnaðist, tá nýggja Ítróttarhøllin á Argjum í dag varð tikin í brúk.

Á móttøku í dag varð  høllin á Hamrinum alment tikin í brúk, og ein av røðarunum var Sunrid í Gong. Vit fingu orð á hana, og tað var skjótt at síggja, at hon og hinar tríggjar kvinnurnar í ÍA nevndini vóru fegnar.

– Í dag eru vit glað, hetta er ein stórur dagur fyri okkum, segði Sunrid, og greiddi frá, at nú var alt virksemið hjá ÍA lutt út á Argir.

Felagið hevur í løtuni lið upp til U18, og ætlanin er eisini í framtíðini at kappast í vaksnu deildunum.