FM í Skeet 2017 av á hesum sinni

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í skeet. Leygardagin varð skoti á breytini hjá Sunda Byrsufelag (SBF), og sunnudagin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla (VBM) í Sandvíkum.

Leygardagurin var seinasta umfar í liðkappingini, og úrslitini vóru hesi:
Nr. 1: SBF A við 129 dúgvum og 5 stigum
Nr. 2: SBF B við 118 dúgvum og 4 stigum
Nr. 3: VBM A við 115 dúgvum og 3 stigum
Nr. 4: VBF A við 96 dúgvum og 2 stigum

Endaliga støðan gjørdist at SBF A vann liðkappingina við 35 stigum.
Nr. 2 gjørdist SBF B við 29 stigum og nr. 3 gjørdist VBM A við 26 stigum.
Sí øll úrslitini í liðkappingina á https://goo.gl/7Tachb

Eisini var hesin dagurin seinasta umfar á Føroya Cup 2017, ið er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting, sum fyrstu fer var skotin í fjør.
Her vann Sámal Debes við 200 + 70 dúgvum, nr. 2 gjørdist Tórur Fløtt við 203 + 65 dúgvum og nr. 3 gjørdist Jóannis Joensen við 189 + 58 dúgvum
Sí øll úrslitini Føroya Cup kappingini á https://goo.gl/6GhMNj

Sunnudagin vóru føroyameistarnir fyri einstaklingar funnir, og varð støðan soleiðis:

Vinnari Sámal Debes úr SBF við 111 + 43+2 dúgvum
Nr. 2 Tórur Fløtt úr SBF við 110 + 43+1 dúgvum
Nr. 3 Jóhann Fløtt úr SBF við 98 + 34 dúgvum

Kappingin gjørdist sum sæst sera spennandi og jøvn.
Sí øll úrslitini frá FM kappingini á https://goo.gl/hvGTqx