Formula-kappingin 28. mars 2015

Havnar Róðrarfelag og Formula hava gjørt stuðulsavtalu. Hetta merkir, at Formula aftur í ár er høvuðsstuðul av FM-kappingini í inniróðri 28. mars, ið nú hevur fingið heitið Formula-kappingin. Møguleikin at tilmelda seg kemur seinni.

Niðurteljingin er byrjað til kappingina í inniróðri 28. mars. Nógvar rógvimaskinur er í Føroyum og spennandi verður, hvussu nógvir rógvarar melda seg til Formula-kappingina.

Aftur í ár hava vit gjørt eina liðkapping ella stafett bara til konufólk. Sostatt koma konufólk at kappast ímóti konufólki í stafettini. Eisini verður tann vanliga stafettin, har konufólk og mannfólk kunnu kappast ímóti hvørjum øðrum.

Tilber at melda seg til hesar bólkar:

12 ár og yngri:
Gentur og dreingir rógva hvør sær 500 metrar, og her er bara ein vektbólkur.
13 til 14 ár:
Gentur og dreingir rógva hvør sær 1000 metrar, og her er bara ein verkbólkur.
15 til 16 ár:
Gentur og dreingir rógva hvør sær 2000 metrar, og her er bara ein verkbólkur.

17 til 18 ár:
Gentur og dreingir rógva hvør sær 2000 metrar, og her er bara ein verkbólkur.

Opin bólkur:
Kvinnur og menn rógvar hvør sær 2000 metrar. Her eru tveir bólkar hjá monnum og kvinnum. Lættvekt menn 75 kg og minni og tungvekt menn 75 kilo og meira. Lættvekt kvinnur 61,5 kilo og minni og tungvekt kvinnur 61,5 kg og meira.

35 ár og eldri:
Her er bara ein vektbólkur hjá kvinnum og monnum, sum rógva hvør sær 2000 metrar.

Liðkapping:
Í ár hava vit býtt liðkappingina upp í tveir bólkar. Ein bólk har menn og kvinnur kunnu vera á sama liði og ein bólk bara fyri kvinnur. Seks rógvarar eru á hvørjum liði. Hvør rógvari á liðnum rør 500 metrar. Úrslitið verður roknað eftir serligum frymli, har kyn, aldur og vekt hava týdning. Serligi frymilin er avgerandi í hesm bólki.

Viðmerkjast skal, at møguleiki er at vera við í fleiri kappingargreinum. Um ein vil rógva 2000 metrar opin bólkur og 500 metrar liðkapping, er møguleiki til tess.

Freistin at tekna seg til Formula-kappingina er týsdagin 24. mars. Tveir tímar áðrenn kappingina verða allir rógvararnir vigaðir. Einstaklingar koma at rógva um morgunin og stafettin verður seinnapartin.

Formula-kappingin verður í Eysturskúlanum leygardagin 28. mars 2015.