Nú skal steypið vinnast aftur til Havnar

Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto

Í dag verður steypafinalan 2017 í fótbólti hjá monnum á Tórsvølli, tá B36 og NSÍ bresta saman. Finalan byrjar kl. 19:45. Tað eru 11 ár síðan steypið seinast endaði í Havn, tá júst B36 vann 2-1 á KÍ, so hetta er í tøkum tíma, og kravið má vera ein B36 sigur, so steypið kemur heim til Havnar.

B36 hevði aftur møguleikan í 2008, men tapti tá 3-2 móti EB/Streymið, ið um tað mundi var fíggjarliga topp tunað.

Eisini HB hevur havt møguleikan at taka steypið til Havnar seinastu tíggju árini, men tapti 3-4 móti EB/Streymi í 2007 og 0-1 móti Víkingi í 2014.

Í kvøld brestur B36 saman við NSÍ, í einum dysti sum á papírinum tykist javnur, og sum kann gerat ein rein uppvísing í góðum fótbóltspæli.

Longu frá kl. 15:00 verður stór upphiting í B36 húsinum við live tónleiki, live studio, hitapottum, hoppiborg, boing-bóltum, andlitsmáling, barnaundirhaldi við Fívlum, matsølu og øðrum spennandi.

Tórsportalurin ynskir B36 góða eydnu, takið nú steypið heim!