Framúr góð luttøka í FORMULA inniróðrar kappingin

Mynd: rsf.fo

Leygardagin 14.mars verður inniróðrar kappingin, ið Havnar Róðrarfelag skipar fyri hildin í skúlanum við Løgmannbreyt.

Áhugin fyri at luttaka í kappingin er framúr góður og fleiri enn 90 luttakarar hava teknað seg til einstaklinga kappingina. Áhugin fyri liðkappingini er eisini stórur, higartil eru 8 lið við kvinnum og 11 lið við monnum.

Fleiri av luttakarunum hava luttikið í HM í Boston fyri stuttum, so talan verður um ein sera spennandi kapping. Sjálv kappingin byrjar klokkan 10 við teimum yngru einstaklinga kappingum og eftir døgurða verður liðkappingin blást ígongd.

Luttakarar verða vigaði millum kl. 8 og 10. Høvuðsstuðulin aftur í ár Formula.

Á Drekin.fo fæst meira at vita um vektklassar, teinar við meira.